Tað verður ein føroyingur sum fer at umboða Danmark í Liverpool tá Altjóða Melodi Grand Prix verður seinni í ár.
Rani Petersen, ella Reiley sum hann kallar seg tá hann er á palli, er 22 ára gamal, uppvaksin í Havn og hevur røtur í Vestmanna, men hevur búð uttanlands í eina tíð og gjørt nógv um seg á tónleikapallinum eins og á sosialum miðlum, har milliónir fylgja honum. Á TikTok appini, sum nógv ungfólk brúka, hevur hann yvir 10 milliónir fjepparar.
Ukraina vann kappingina í fjør, men av krígnum verður kappingin í ár ikki í vinnaralandinum, men í Liverpool í Onglandi sum bleiv nummar tvey í kappingini. Har verður hon í mai í ár.
Danmarks Radio, sum stóð fyri kappingini, skrivar, at Rani skrivar Grand Prix søgu, tí tað er fyrstuferð at ein føroyingur vinnur kappingina.
Sangurin hjá Reiley, Breaking My Heart, fekk 43% av atkvøðunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo