HiddenFjord skipaði í dag fyri fundi um nýtslu av rognkelsum. Tiltakið er afturvendandi og er fyriskipað sum eitt samstarv millum øll alifeløgini og Fiskaaling.
Tikið var samanum støðuna og hvussu úrslitagóð nýtslan av rognkelsum er runt landið.
Serligur dentur varð lagdur á flutning av rognkelsum, fóðring av rognkelsum og skjól til rognkelsi.
Samstundis var kjak um bestu mannagongdir hesum viðvíkjandi.
Fundurin er ein liður í at deila vitan millum alifeløgini, so at arbeiðið við rognkelsum framhaldandi verður ment á besta og skjótasta hátt.
Breið semja tykist vera um at rognkelsini eru sera munagóð í fyribyrgingini av lús á laksinum.
Umleið 30 fólk frá Bakkafrost, Marine Harvest og HiddenFjord luttóku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo