Áhugafelagið “Varðveitið fríøkið við Sandá” handaði ígjár Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum ta fyrstu áheitanina at friða øki eftir nýggju náttúruverndarlógini.
Umboð fyri áhugabólkin, Jóhann Mortensen, ynskti landsstýriskvinnuni og Føroya fólki eydnu við nýggju náttúruverndarlógini.
- Vónandi verður lógin føroysku náttúruni, margfeldinum og Føroya fólki at frama, segði Jóhann millum annað.
Nýggja náttúruverndarlógin heimilar smærri friðingum í verndarøki, landslagsverndarøki og náttúrufriðøki.
Eftir greinini um landslagsverndarøki kunnu øki friðast, sum hava hava vistfrøðiligt, mentanarligt og upplivingarligt virði ella eru samleikaskapandi.
Áhugabólkurin “Varðveitið fríøkið við Sandá” er sannførdur um, at økið við Sandá og Sandagerði hava nevndu virði og eru samleikaskapandi.
2000 fólk tóku undir við áheitanini hjá áhugabólkinum um at varðveita fríøkið við Sandá, og sera nógv fólk hava tikið lut í orðaskiftinum um at lata náttúruna við Sandá fáa frið.
- Tí má sigast, tað er eitt fólkaynski at varðveita fríøkið við Sandá, slerdi Jóhann Mortensen fast.
Tey 12, sum hava skrivað undir, tóku stig til áhugabólkin og hava samskipað arbeiðið at varðveita henda yndisblettin í høvuðsstaðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo