Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: James Currie Photography

Mynd: James Currie Photography

Sjókovin: Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2021 verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7 í Tórshavn, mánadagin tann 4. apríl kl. 9.30. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Árni Skaale, bjóðar vælkomin.

Visti tú,

  • at føroyski fiskiflotin brúkar líka nógva olju tilsamans í dag, sum hann gjørdi í 1992, meðan samlaða føroyska oljunýtslan er økt við sløkum 40% í sama tíðarskeiði?

  • at oljunýtslan fyri hvørt kilo av livandi fiski er økt í øllum teimum stóru skipabólkunum í tíðarskeiðnum 2019-2021?

  • at línuskip hava størst avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju?

  • at heildarveiðan í 2021 minkaði við 17% í mun til 2020?  

  • at trolbátar (4T) hava yngsta fiskiflotan, og útróðrarbátar á línuveiðu (bólkur 4) hava tann elsta?

Hesi viðurskifti og nógv onnur verða lýst í ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2021. Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya. Hon er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.
 
Í ársfrágreiðingini 2021 verður hugt nærri at oljunýtsluni í føroyska fiskiflotanum. Við støði í tølum, sum Sjókovin hevur útvegað frá reiðaríum, inniheldur frágreiðingin eina greining av, hvussu nógva olju ymisku skipabólkarnir hava brúkt í 2019-2021. Eisini verða føroysku oljutølini samanborin við tøl úr norskum fiskiskapi. Ætlanin er, at oljunýtslan í fiskiflotanum verður eitt afturvendandi evni í ársfrágreiðingunum framyvir, og at hon verður nýtt til, at meta um gongdina í fiskivinnuni. Umframt stóra týdningin av at minka um COútlátið, so gerst greiningin serliga viðkomandi nú, tá oljuprísurin er omanfyri 100 USD fyri tunnuna, og sostatt leggur stórt trýst á lønsemi og hýrur, serliga í ávísum skipabólkum.  
 
Umframt afturvendandi hagfrøðiligt tilfar um avreiðingar, løntakarar, útflutning o.a. lýsir ársfrágreiðingin eisini onnur viðkomandi evni, so sum lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum, tilmælini frá Havstovuni og ICES, Havsins áratíggju, Vakstrarforum og frágreiðingina um lógina um sjófeingi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til Løgtingið.
 
Á tiltakinum bjóðar Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vælkomin. Síðani leggur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fram frágreiðingina.
 
Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni mánadagin 4. apríl kl 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9:00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.

Øll eru vælkomin og neyðugt er at boða frá luttøku her (set in leinkju til https://www.sjokovin.fo/tilmelding

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo