Tryggingareftirlitið: Tryggingareftirlitið hevur gjørt eina kanning, sum samanber avkastið frá íløgum hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum. Kanningin er ein liður í at fremja gjøgnumskygni á tryggingarmarknaðinum.
Kanningin vísir, at í tíðarskeiðinum frá 2011 til 2016 var árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal 4,2 %, ið er munandi lægri enn avkastið hjá donskum feløgum, sum var 7,0 %. Íløguavkastið í 2017 var eisini munandi lægri hjá teimum føroysku feløgunum.
Íløguavkastið hevur stóran týdning fyri støddina á eftirlønarsamansparingini í longdini. Um vit til dømis taka ein eftirlønarsamansparara, ið tjenar 30.000 kr. um mánaðin og rindar 15 % í eftirløn, sum svarar til 2.700 kr. um mánaðin aftaná 40 % í eftirlønarskatti. Fyri henda eftirlønarsamansparara hevði eitt árligt íløguavkast á 4,2 % í miðal givið eitt samanspart virði á uml. 3,4 mió.kr. aftaná 40 ár. Um íløguavkastið hevði verið 7,0 % hevði samansparda virðið ístaðin verið uml. 7,1 mió.kr., sum er meiri enn tvífalt so stórt.
Ein orsøk til tað lægra íløguavkastið er, at føroysku feløgini hava sett sínar íløgur øðrvísi saman enn donsk feløg. Tey føroysku feløgini hava ein varnari váðaprofil, har tey hava sett ein munandi størri part av íløgunum í lágrentu stats- og realkreditlánsbrøv. Donsk feløg hava gjørt fleiri íløgur í partabrøv og lánsbrøv við hægri rentu, sum seinastu árini hava givið hægri avkast.
Tað er lutfalsliga stórur munur á miðal íløguavkastinum hjá teimum einstøku føroysku feløgunum. Hetta er m.a. orsakað av, at feløgini hava valt ymiskan íløguprofil, har nøkur feløg hava sett ein størri part av íløgunum í stats- og realkredittlánsbrøv við lágari rentu.
Árliga íløguavkastið í miðal hjá feløgunum lýsir, hvat eftirlønarsamanspararnir sum samlaður bólkur í mesta lagi kann fáa. Sostatt sigur hetta ikki, hvussu stórt avkast tann einstaki eftirlønarsamanspararin í veruleikanum fær, tí at avkastið til tann einstaka kann vera treytað av t.d. váða, aldri, produktum, garantium, kostnaði, bonus v.m.
- Tað er týðandi, at feløgini støðugt hugsa gjølla um teirra íløgupolitikk, so tey liva upp til ábyrgdina at veita eftirlønarsamanspararunum mest møguligt avkast í mun til váðan, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Tryggingareftirlitinum.
- Eg vóni, at kanningin kann vera við til at skapa gjøgnumskygni á marknaðinum, ið kann vera við til at betra um vitanina hjá eftirlønarsamanspararunum um egnar eftirlønarskipanir. Tryggingareftirlitið fer at arbeiða fyri størri gjøgnumskygni, soleiðis at eftirlønarsamanspararnir fáa viðkomandi og eins upplýsingar, ið eisini kunnu nýtast til at samanbera avkast og kostnað hjá teimum einstøku feløgunum, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo