Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Næsta sunnudag, tann 25. februar 2018, vera tað 75 ár síðani 29 fólk, helst mestsum bara menn, hittust í Tórshøll at stovna eitt ríðingarfelag.

Endamálið var at skipa reiðfólk í ein felagskap.

Tað vóru teir tríggjir, Jens Pauli av Reyni, Leivur T. Hansen og Aksel Hansen ið tóku stig til fundin.

Úrslitið av fundinum gjørdist at nýtt felag var sett á stovn. Navnið gjørdist Føroya Ríðingarfelag, fyrsta nevndin var mannað við teimum trimum stigtakaranum, umframt Tummas Rubeksen og Eivindi Evensen.

Endamálini hjá felagnum vóru trý.

Fremjing av ríðingini, viðlíkahald av ríðigøtum og fyriskipan av kappríðing. Fyrstu mongu árini var hetta eisini høvuðsuppgávan hjá felagnum og er tað í ávísan mun helst tað enn. Virksemið hjá felagnum, broyttist tó í stóran mun tá Føroya Ríðingarfelag seinast í 70’inum gjørdi avtalu við Tórshavnar Kommunu, um at felagið fekk tillutað eitt økið úti í Havnardali til at byggja fjós og at nýta sum felagsøkið.

Orsøkin til at felagið fekk økið frá býráðnum, var helst at vanligi borgarin var um at gerast troyttur av øllum rossunum sum stóðu runt um í fjósum og skúrum inni í býnum. At hetta var ein góð og skilagóð avgerð hjá Tórshavnar Kommununi, eru tað í dag helst ikki fleiri meiningar um - Um onkur enn skuldi ivast, so er at fara ein túr út í Havnardal, har stórtrívast bæði ross og reiðfólk.

Umframt fjós hevur felagið eisini bygt felagshús og stóra reiðhøll, næstan alt gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi av limum felagsins. Felagið arbeiðir í løtuni ítøkiligt við ætlan um at byggja enn fleiri fjós á økinum, hetta er arbeiði sum eftir ætlan fer í gongd í næstum.

Vitja heimasíðuna hjá Føroya Ríðingarfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo