Í ukrainska vetrarlandslagnum venja russiskir hermenn – ikki til at kríggjast móti ukrainskum deildum, men móti sínum egnu landsmonnum.
Seinasta hálva árið eru fleiri og fleiri russiskir ríkisborgarar farnir í part við ukrainum. Út frá tí er sprottin fram Tann Sibirska Bataljónin, sum sambært ukrainska herinum telur umleið 50 hermenn úr serliga Sibir.
Reuters hevur saman við bataljónini undir venjing á loyniligum staði nakað uttanfyri Kyiv, skrivar danska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo