Ísraelsk familja fekk at vita via Facebook at omman, búsitandi í ísraelska Nir Oz tætt við Gaza, var dripin av Hamas.
Tí greiða ommubørnini, systrarnar Adi Bayder og Mor Bayder, frá á Facebook, sum tær løgdu út sunnukvøldið:
«Hetta er omma. Hon var dripin í gjáramorgunin. Ein terroristur breyt inn í heim hennara og drap hana. Teir drópu samtíðis sál mína og alla familjuna», skrivar Adi Bayder, sambært norska Dagbladet.
Víðari sigur hon at so skjótt familjan hoyrdi um álopið hjá Hamas leygarmorgunin, ringdu tær til ommuna.
Hon tók telefonina og segði at alt stóð væl til.
Men eftir tað svaraði omman ikki.
Systirin Mor Bayder skrivar so, hvat síðan hendi:
- Klokkan 7 um morgunin sá eg mítt lívs mareritt. Ein terroristur breyt inn til ommu, drap hana, tók hennara telefon, filmaði hana og legði tað út á Facebook-profilin hjá ommu.
Mor’s grandmother was slaughtered by Hamas terrorists. She found out about it when the Hamas terrorist used her grandma’s Facebook to livestream his barbaric act ???? pic.twitter.com/5UMKVmGz9F
— Hen Mazzig (@HenMazzig) October 9, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo