- Tað sær akkurát út sum at vit allir tríggir standa á pallinum, men tveir av okkum eru hologram, sigur føroyingurin Dan Olsen, sum býr í London, og sum hevur elvt til yvirskriftir í fleiri miðlum fyri sínar serstøku konsertir.
Bæði Reuters, Unilad og TRT World skriva um konsertirnar, og hvussu tøknin kann vera við til at geva fólki upplivilsi í eini tíð sum er merkt av frástøðu og fráveru ímillum fólk. Tøknin ger, at til dømis ein tónleikari at síggja til kann vera allastaðni, uttan í veruleikanum at vera har.
- Timingin kundi ikki verið betri, sigur Dan Olsen millum annað við TRT World.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo