Tann 22. juli fyllir Jákup í Løðu í Mykinesi 80 ár. Jákup hevur tikið húsanavnið í Løðu sum ættnavn. Jákup eitur eftir abbanum. Hann var fyrstur at hava postin um hendur í oynni. Hann hevði eisini handil og tók í móti fiski, sum varð saltaður í pakkhúsinum niðri í Fjøru.
Tá Jákup varð føddur búðu 130 fólk úti í Mykinesi. Oyggin var íðindi full av lívi, upp ímóti 30 børn vóru í skúlanum. Lundin fleyg í ring og var eitt týðandi ískoyti til húsarhaldið. Nógvur fiskur var at fáa úti á Guttamið. Tá líkindi vóru royndu mykinesmenn hetta góða miðið og avreiddu í Sørvági hjá N. Niclasen.
Pápi Jákup æt Eli. Hann tók handilin og postumsitinga eftir pápan og hevði eisini sum uppgávu at senda boð eftir postbátinum, tá kyrra var. Hetta var álitsstarv, tí Mykines er brimpláss og Mykinesfjørður eitt tað ringasta farvatnið í Føroyum.
Tá skúlin var liðugur fóru systir mín og eg vestur til Mykinesar at ferðast.Um sumrarnar var stuttligt og spennandi at koma vestur til Katrinu ommu, Hannu mostur, Maju mostur og Eli. Norði í Løðu var altíð nógv lív í. Har kom nógv fólk inn í handilin at keypa, at senda og avheinta pakkar og at keypa neyðsynjarvørur og petroleum. Bygdin var full av fólki, og fleiri familjur, sum høvdu tilknýti til oynna, komu vestur um sumrarnar at ferðast. Eli og Maja vóru barngóð og vit hálvvaksnu sluppu at vera við í arbeiðinum, sum var at gera. Tað var tað stuttligt at vera í hoyna í góðveðrinum. Hæddarpunktið mundi vera, tá Maja mostir kom út í bøin við drekka, pannukøkum og vaflum.
Tann mest spennandi løtan í Mykinesi um sumrarnar var, tá lundatíðin byrjaði. Tá sat maður í hvørjum sessi, har ættað var. Jákup er fimur fleygamaður. Stuttligt var at vera við Jákup í teimum ymsu sessunum kring oynna og síggja, hvussu kringur hann var við stongini. Jarðalundar vóru latnir av veiðuni, so at tey, sum áttu í plássunum, har fleygamaðurin hevði verið, fingu sín part av veiðuni. Í vertíðini var nógv drivið á at fleyga og fleir túsund lundar komu til høldar, nógvir blivu seldir, annars blivu teir etnir feskir, fyltir ella saltaðir í tunnur til at hava til at taka um veturin.
Eitt, sum eisini var spennandi var at fara at leita eftir áarpisum, tað eru lundapisur, sum eru um at vera floygdar og søkja ánna fyri at koma út á hav. Tá farið var eftir lundapisum, var hundur havdur við og so var gingið niðan við ánni. Tað var skjótt, at hundurin snoddaði seg fram til pisurnar. Áarpisa er delikatessa og smakkar óføra væl, tær eru feitar og mest at líkna saman við líra.
Í hesum livandi bygdaumhvørvinum veksur Jákup upp saman við systrunum Maritu og Emmu. Her gongur hann síni fyrstu sjey ár í skúla. Lærari í Mykinesi tá, var Sverre Joensen úr Skúgvi
Veturin 1955 – 56 er Jákup á háskúla í Havn. Í 1958 tekur hann preliminerskúlaprógv úti á VBV í Havn. Í 1959 fer Jákup til Grønlands við Karin K. at rógva út í Ravns Stóroy. Í 1960 sleppur Jákup inn á Læraraskúla í Havn. Eftir lokna útbúgving í 1964 fær hann fast starv í Mykinesi. Árið fyri hevði Jákup mist pápa sín, sum var raktur av omanriði, tá hann var farin inn í Hornið Háa við seyði. Hetta var ein svárur missur fyri familjuna, men eisini fyri alla bygdina, tí Eli var ein av undangongumonnunum í bygdini. Í 1969 giftist Jákup við Jórun úr Mykinesi. Tey fáa tríggjar synir: Eli, Eystein og Kári. Í 1960’unum minkar fólkatalið alsamt og børnini í skúlanum gerast færri. Í 1976 gera Jákup og familjan av at flyta av oynni. Hann fær starv við skúlan á Giljanesi. Her er hann til hann fer frá vegna aldur.
Í 2013 er Jákup fyri tí vanlagnu at missa Jóruna alt ov tíðliga. Hetta var ein dyggur smeitur fyri Jákup og synirnar og teirra familju. Jákup og Jórun vóru altíð saman. Tá summarferian byrjaði, fóru tey vestur til Mykinesar við synum og abba- og ommubørnum, sum eisini dámdu væl at vera har vestri. Um heystið dámdu teimum væl at vera í oynni at ganga fjøllini og fletta og at taka slaktið upp.
Hesi seinnu árini hevur Jákup mest sum búð fast í oynni. Jákup hevur útoyggjapulsin í sær. Tú skalt tola tín egna hjartasláttur, skalt tú búgva á útoyggj. Friðsælan, sum tú upplivir á útoyggj, er góð fyri sinn og sál. Her er ongin larmur, tú nýtir djóra- og fuglalívið og fylgir við, hvussu alt broytist eftir árstíðini. Jákup styttir sær um stundir við at føða veðrar inni í Garðshúsi. Eini fýra fimm, sum eru barnvaksin í Mykinesi, eru flutt vestur at vera um veturin. Vinmaðurin og javnaldurin Mikkjal Davidsen, á Lonini, kemur úr Íslandi at vera í heimbygdini um summarið og út á veturin.
Jákup er stillførur av lyndi og væl hevur hann dugað at lagt sær í geyma alt tað, hann hevur sæð og hoyrt. Hann fylgir væl við í tí, sum hendir í oynni – serliga er tað sjófuglurin, sum hevur hansara áhuga. Tað, sum harmar hann og mykinesfólk, er, at lundin, sum eina ferð var ímyndin av Mykinesi, er minkaður so nógv. Hetta mann óivað koma av, at lundin fær ikki nóg mikið at eta, so at pisan kemur undan. Á grannastevnu fyri nøkrum árum síðan friðaðu mykinesfólk lundan.
Eitt, sum eisini harmar mykinesfólk, er, at tey vera ikki tikin upp á ráð, tá tað snýr seg um framtíðina hjá oynni. Avgerðirnir verða ikki tiknar lokalt, men aðrastaðni. Tað tykist sum landsins myndugleikar ikki rættiliga hava gjørt sær tankar um, hvør framtíðin skal vera hjá Mykinesi. Fyri 20 árum kom út eitt Útoyggjaálit, sum Løgmansskrivstovan stóð fyri. Ikki kann sigast, at nógv av teimum uppskotum, ið har standa, eru vorðin veruleiki – í hvussu so er ikki í Mykinesi.
Framtíðin sær ikki bjørt út fyri Mykines: Í dag búgva ikki meiri enn 12 fólk í oynni. Skúlin stendur tómur, tí ongi børn um skúlaaldur eru í bygdini. Bøurin stendur ósligin, onki neyt eru. Tey flestu av teimum, sum enn búgva í bygdini, eru um 70 – 80 ára aldur. Tað er sorgblítt hjá teimum at minnast afturá, hvussu gerandislívið einaferð var, tá fólk vóru í hvørjum húsi.
Góði Jákup, eg fari at ynskja tær hjartaliga tillukku við 80 ára degnum og takka tær fyri tær mongu góðu og ógloymandi løturnar vestri í Mykinesi við vón um, at oyggin fer at menna seg aftur.
Steingrim
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo