Flogbóltssamband Føroya lýsti herfyri eftir samskipara, og starvið er nú sett. Lena Hallgren úr Havn er fyrsti samskipari hjá Flogbóltssambandi Føroya.
Lena Hallgren er kend úr flogbóltsumhvørvinum í Føroyum. Hon hevur verið nevndarlimur í Fleyr og eitt tvey-ára skeið formaður.
Sum samskipari kemur Lena at standa fyri dagligu fyrisitingini í Flogbóltssambandinum og at samskipa landskappingar og steypakappingar og alt landsliðsarbeiðið.
Ein stór uppgáva verður eisini at samskifta við feløgini og fyriskipa skeiðs- og menningararbeiði innan flogbóltin. Alt í tøttum samstarvi við nevndina.
Lena Hallgren byrjar í starvinum 1. mars 2021. Skrivstovan verður í hølunum hjá ÍSF á Frælsinum í Havn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo