Fólk við Kaldbaksfjørð halda flaggdagin við skúlan í Kaldbak kl. 16. Marin Elisabeth Johannesen, í Kaldbak, heldur flaggrøðuna. Undan sjálvum flaggdagshaldinum ganga børn skrúðgongu við Merkinum úr býlinginum við Á heim í skúlan.
Eftir røðu og sang verður kaffi, te og køkur at fáa í skúlanum.
Flaggdagshaldið er fyrsta almenna tiltakið, sum ”Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð” skipar fyri. Áhugafelagið varð stovnað 5. februar. Felagið hevur sum endamál, at ”røkja áhugamálini hjá borgarunum í Kaldbak, í Kaldbaksbotni og á Sundi, herundir náttúru og trivna í bygdunum. Somuleiðis skal felagið arbeiða fyri at varðveita staðbundnu mentanina, staðarnøvn, sagnir og søgur”.
Nevndin í Áhugafelagnum við Kaldbaksfjørð hevur skipað seg við Teiti í Sjúrðargarði sum formanni og Snorra á Bøgarði er næstformaður. Jákup Petersen er peningarøkil og Jóhann Mortensen er skrivari. Nevndarlimir eru Jákup Bærentsen og Edith Vang.
Á stovnandi fundinum varð skotið upp og samtykt at arbeiða við fleiri málum. Summi eru knýtt at støðuna hjá bygdini í Tórshavnar kommunu, samstundis sum onnur eru meiri knýtt at bygdini og mentanini í bygdini.
Nevndin hevur í ár sett sær fyri at hampa upp umhvørvið í Býggjarstøð, sum er lendingin niðanfyri kirkjuna. Hagar leita nógv fleita sær á sumri. Eitt ynski at fáa bygdini eitt alment wc har um leiðir.
Útvið fimti fólk limaðu seg inn í felagið á stovnandi fundinum. Í Kaldbak búgva í dag umleið 240 fólk, men fleiri, sum eru ættað úr bygdini, hava ynski um at seta seg niður í Kaldbak Nøkur grundstykki eru til sølu innan fyri bydina, men eitt ynski hjá bygdafólkinum er at fáa fleiri øki at byggja á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo