Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Meginfelag Føroyskra Studenta: Í morgin, mikudagin 25. apríl skipar MFS fyri flaggdagshaldi í Keypmannahavn. Vit hátíðarhalda dagin á Regensen, har Merkið var borið fram á fyrsta sinni í 1919.  

Anna Poulsen, sum hevur arbeitt fyri Kringvarp Føroya og nú lesur Búskaparfrøði í Keypmannahavn, fer at halda flaggdagsrøðu, og vit fara eisini at syngja nakrar flaggdagssangir. Eftir hetta verður møguligt at fáa rundvísing inni í Regensen.

Skrá:
MFS bjóðar vælkomin
Mítt Føðiland
Anna Poulsen heldur flaggdagsrøðu
Sjá tú blánar
Tú alfagra land mítt

MFS bjóðar ókeypis kaku, kaffi, te og øl, og eisini verður okkurt til børnini. 

Tiltakið byrjar kl 16.30, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tá vit eru liðug á Regensen, kann ein leita sær í Føroyahúsið á Vesterbrogade 17, har til ber at keypa sær okkurt at eta og síðan verður Flaggdagsquiz við Rasmus Biskupstø. 

Flaggdagsquiz í Føroyahúsinum byrjar kl 19.30.

Tiltakið byrjar kl 16.30, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo