Bókin Proceedings of the 4th Faroe Islands Exploration Conference (FIEC) er júst útkomin. Bókin er eitt savn av javnlíkamettum vísindaligum greinum, ið allar byggja á nýggja jarð- og jarðalisfrøðiliga vitan frá tí føroyska økinum og vórðu framlagdar á seinastu FIEC ráðstevnuni í 2012.
Í bókini eru fimm greinar. Av teimum eru tríggjar skrivaðar av føroyskum høvundum, meðan tvær eru skrivaðar av øðrum norðurlendskum høvundum. Ritstjórar eru jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi Óluva R. Eidesgaard og Heri Ziska.
Tað er Fróðskapur, sum gevur bókina út, og greinasavnið kemur út sum e-bók í næstum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo