Smáar tvær milliónir krónur lógu eftir til eigararnar í Fiskamarknaði Føroya ella Faroe Fish Market Pf, sum felagið eitur, í fjør. Tað skal samanberast við stívliga 1,1 mió kr árið frammanundan.
Betraða úrslitið stavar frá øktari sølu. Sølan vaks við neyvt somu upphædd sum úrslitið eisini vaks.
Fiskamarknaðurin, sum hevur heimstað á Toftum, hevur uppboðssølu av fiski, bæði á gólvinum og umvegis telefonina.
Leiðslan er nøgd við úrslitið og væntar eitt líka gott úrslit næsta ár.
Fíggjarstøðan javnvigar við 29 mió kr, harav er 20 eginogn.
Høgni Hansen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo