Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smyril Line: Smyril Line hevði ársaðalfund á Hotel Hafnia í dag. Á fundinum varð ársfrágreiðingin fyri 2023 løgd fram.

Rakstrarúrslitið fyri 2023 var 267 mió. kr., samanborið við 201 mió. kr. í 2022. Avlopið var 122 mió. kr. eftir skatt, samanborið við 77 mió. kr. í 2022.

Hetta er sostatt metár fyri felagið higartil.

Smyril Line rindar 10. mió. vinningsbýti fyri 2023.

Starvsfólkatalið hjá Smyril Line samtakinum var 595 starvsfólk í 2023. Hetta var áleið tað sama sum árið fyri.

Farmavirksemið eydnaðist sum heild væl, og á ferðafólkasíðuni var ein rímiligur vøkstur í eftirspurninginum eftir Íslandi, ímeðan eftirspurningurin eftir Føroyum minkaði eitt vet í 2023 samanborið við 2022.  

Størsta íløgan hjá Smyril Line í 2023 var farmaskipið Glyvursnes, ið kom í felagið í desembur. Glyvursnes siglir rutuna millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals. Við keypinum av Glyvursnesi kann Smyril Line røkja alt rutunetið við egnum flota. 

- Útlitini fyri 2024 eru rímiliga góð. Vit vænta eina javna menning bæði innan ferða- og farmavirksemið. Hetta er ein meting grundað á verandi gongd og útlit, men viðurskifti, so sum hækkandi prísir á brennievni, avgjøld, rentuhækking, inflasjón og politiska støðan, kunnu broyta fortreytirnar, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri. 

- Tað er av stórum týdningi, at Smyril Line alsamt endurnýggjar og framtíðartryggjar flotan.

- Vit fegnast um, at vit í januar í ár gjørdu sáttmála um at byggja tvey nýggj farmaskip, ið koma í flotan í 2026. Sostatt er endurnýggjanin av flotanum byrjað.

- Hetta merkir, at vit eisini í framtíðini kunnu veita kundum okkara eina góða tænastu, og at vit leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri.

Nevndin: Í nevndini eru Tummas Justinussen, Arne Joensen, Helga á Borg og Jens Meinhard Rasmussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo