Ætlanin hjá FarCargo P/F var at fáa leverað sítt Boeing 757 farmaflogfar í desember síðsta ár.
FarCargo væntar nú, at levering av farmaflogfarinum verður í fyrsta ársfjóringi í 2023.
Fyrireikingarnar til farmaflogverkætlanina hjá FarCargo hava, burtursæð frá seinkingum av sjálvum flogfarinum, gingið sum ætlað.
Eitt nú hevur felagið longu sett part av flogmanningini, sum síðstu mánaðirnar hava verið til kravda simulatorútbúgving í Frankaríki fyri at lúka krøvini til flúgving av Boeing 757 flogtypuni.
Harumframt hevur FarCargo arbeitt miðvíst saman við sínum samstarvspartnarum at fáa neyðug viðurskifti og loyvir uppá pláss, áðrenn sjálv flúgvingin byrjar.
Ætlanirnar at byrja farmaflúgving millum Føroyar og USA við laksi frá Bakkafrost og at bjóða flogfarmatænastur á heimferðini til Føroyar umvegis Danmark eru tí framvegis óbroyttar, upplýsir FarCargo í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo