Fólk frá Sjóvinnustýrinum fara í dag at kanna fóðurflakan Hellutanga hjá Luna, sum í illveðrinum herfyri rak á land á Víkum, sum er norðantil á Vágoynni.
Brimil er í morgun komin at Vestmanna, og hagani verður upplýst, at uppgávan er at sigla fólk frá Skipaeftirlitinum Vestur á Víkar og síðani í gummibáti royna at koma so nær fóðurflakanum, at eitt yvirlit fæst yvir støðuna.
Tað er sera útgrunt og ringt hjá skipum og bátum at koma til har sum Hellutangi liggur.
Í januar í fjør sleyt Hellutangi fleiri ketur, sum hvør átti at kunna halda 100 tonsum. Tá lukkaðist kortini at gera fast á flakan, áðrenn hann rak á land, og sleipa hann á Vestmanna.
Mangt bendir á, at Hellutangi hevur fingið stóran skaða har hann liggur nú.
Sí eisini: VIDEO Hellutangi frá sjónum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo