Vestmanna Kommuna hevur sett nærum 200 ára gomlu Faktorhúsini, sum eru staðsett á Fitjunum, og sum vestmenningar altíð hava kallað Fitjahúsini, til sølu.
Talan er um friðaðan bygning, og tí kann ein møguligur keypari ikki gera júst sum honum lystir við ognina til. Boðið má vera minst 1,45 mió kr, verður eisini sagt í sølutilfarinum.
- Talan er um eini eldri sermerkt hús, sum vórðu bygd í samband við einahandilin. Á ognini er eisini bygt eitt pakkhús og ein hjallur, sum fylgja við í keypinum, upplýsir kommunan millum annað. Og kommunan vil hava neyvar upplýsingar um, hvat keyparin ætlar at brúka ognina.
Húsini hava seinastu nógvu árini ikki verið brúkt til nakað, tó at eitt nú fornminnisfelagið í bygdini hevur havt nakrar av sínum lutum á goymslu har.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo