Á Nørrebrúgv í Keypmannahavn hava bilar í gjárkvøldið koyrt rekkjukoyring við palestinskum fløggum eftir palestinska álopið á Ísrael sum byrjaði leygarmorgunin.
Tað skrivar TV2.
Fyriskiparin av tiltakinum, Hussein Al-Hussein, sigur við TV2, at talan er ikki um nakran fagna, tí so hevði tiltakið verið sama dag sum álopið kom.
Bjørn Brandenborg, sum er fólkatingsmaður fyri sosialdemokratarnar, sigur tiltakið vera stóra skomm.
Tiltakið var ikki fráboðað løgregluni áðrenn, sum slík tiltøk annars skulu.
Klamme billeder fra Nørrebro i dag.. #dkpol https://t.co/GJFnfpwPkd
— Bjørn Brandenborg (@BjBrandenborg) October 8, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo