- Vit fingu at vita, at tað vanliga tekur 1-2 ár at fáa altjóða góðkenning sum eitt FabLab, men hóast vit bara hava verið ígongd í nakrir mánaðir fingu vit í farnu viku góðkenningina og eru nú skrásett sum eitt altjóða góðkent FabLab, sigur Tina Grønbeck Tausen, leiðari av FabLab í Vágs skúla.
- Fyri okkum gevur hetta nýggjar møguleikar, tí nú eru vit ein góðkendur partur av einum heimsumfatandi netverki av FabLab’um, sum bæði førir við sær atgongd til vitanardeiling og at FabLab í Vágs Skúla verður sjónligt fyri fólk, sum ferðast runt Heimin til FabLab at arbeiða og vegleiða, sigur Tina Grønbech Tausen.
Almenna upplating í vár
FabLab í Vágs Skúla er longu tikið í nýtslu og verður dagliga brúkt av skúlanæmingum í Vágs Skúla.
- Men ætlanin er tó eisini at hava eina almenna upplating av FabLab í Vágs Skúla, og hetta eru vit farin undir at fyrireika, nú vit gera ymiskar broytingar í hølunum í skúlanum, sigur Tina Grønbeck Tausen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo