FSF: – Eg eri fegin um, at eg havi fingið álitið at leiða U21 landsliðið í tvey ár afturat. Samstarvið hevur verið gott, og avrik og úrslit hava sum heild verið góð. Nú fara vit at leggja alla orku í teir fýra dystirnar, vit skulu spæla í heyst, so at vit enda hesa undankappingina væl.
Tað sigur Eyðun Klakstein, ið júst hevur longt sáttmálan við Fótbóltssamband Føroya við tveimum árum, ið merkir, at Eyðun eisini stendur á odda fyri U21-landsliðnum í 2025 og í 2026.
Fýra dystir eru á skránni í heyst. Tann 5. september spæla Føroyar á útivølli móti Kroatia, og fimm dagar seinni, týsdagin 10. september kemur Grikkaland á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík.
Síðani verða síðstu dystirnir EM-undankappingini í hesum umfarinum spældir í oktober. Tann 11. oktober spæla Føroyar og Portugal á Djúpumýru, og týsdagin 15. oktober spæla Føroyar og Hvítarussland á Tórsvølli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo