Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Group: Høllin á Hálsi verður karmur um risa tiltakið 90ini umaftur 9.mars í Høllini Á Hálsi. Har verður tónleikur, móti, undirhald, vinir, og alt annað, sum hoyrir 90unum til.

Longu nú eru DJ Sash! ið vit m.a. kenna frá sanginum Ecuador,  Brian McFadden frá Westlife, og verturin DJ Riffi, ið er kendur speakari og DJ, avdúkaðir til tiltakið. Eitt stórt útlendskt navn kemur afturat, men vit vita, at tað eru fá ið fáa lív í fjøldina sum okkara egnu. Tí hava vit sjálvsagt tryggjað okkum, at bestu føroysku nøvnini frá 90unum vera við til kvøldið.

Eyðun Nolsøe frá Frændur
Eingin veitsla uttan Eyðun Nolsøe. Hann kann sum fáur fáa fjøldina at syngja við til øll tey stóru hittini frá Frændur tíðini, sum byrjaði fyrst í 1980’unum og hvørs sangir nærum hava verið folkaogn líka síðan. Nú mugu vit smyrja stemmubondini og vera klár at syngja við til løg sum Mítt Land, 80’ini, Eros, Uttanumtos, Ikaros... ja, øll hittini ið vit eru voksin upp við.

Tiltakið byrjar kl 21:00-03:45 og alt kvøldið er spekkað av góðum tónleiki.

Atgongumerki eru til sølu á www.ebillett.fo. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið. 

90’ini umaftur er stuðlað av Atlantic Airways, OY og Hotel Djurhuus.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo