BirkBloggur: Ert tú ein ageistur, spyr uppslagið í London. Fyrst haldi eg, at hetta er ein nýggj grein av New Age, men so síggi eg eina avís, sum eg kann taka heimvið. Har kann eg skanna eina QR kotu, og fáa nærri at vita um ageism, sum er eitt bretskt tiltak hin 20. mars. Tá fara tey í felagsskapinum Age Without Limits at savna fólk, at gera almenningin varugan við mest burturtagda og tó skjótast vaksandi svullin í bretska samfelagnum.
Tað er at gera mun á fólki vegna aldur. Aldursmismunur, ageism, sum felagsskapurin Age Without Limits hevur sett sær fyri at upplýsa um.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo