Hamas bara verjir seg, Hamas er ikki nakar yvirgangsfelagsskapur. Tað er Ísrael sum fremur krígsbrotsverk, og tann stóri syndarin í øllum hesum er vesturheimurin. Nakað soleiðis segði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, tá hann talaði fyri eini mótmælisgongu til frama fyri palestinska fólkið, sum var í turkiska høvuðsstaðnum Istanbul í dag.
Tað var flokkurin hjá forsetanum, AKP-flokkurin, sum skipaði fyri mótmælisgonguni, og fleiri aðrir floksformenn, ítróttarstjørnur og onnur kend í Turkalandi vóru við.
Forsetin í landinum, sum eisini er limur í Nato, hevur áður sagt nakað tað sama um Hamas.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo