Svar upp á fyrispurning nr. 52-074/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um heilivág innan føroysk røktarheim og heimatænastu, frá Magnu Elianu Mørkøre, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Er nøkur ætlan at endurskoða lóggávu viðvíkjandi heilivági í primera geiranum?
Svar:
Til spurning 1
Sum spyrjarin greiður frá, kunnu avbjóðingar vera við at fáa heilivág út til røktarheim til tíðina.
Landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at endurskoða lóggávuna um apoteksverkið og heilivág, sum kom í gildi í 1988 og tískil hevur nógv ár á baki. Í sambandi við hetta arbeiðið, verður spurningurin um at geva røktarheimum o.ø. loyvi at liggja inni við heilivági til terminalan linna tikin upp, og viðgjørdur við viðkomandi partar. Kann spurningurin svarast játtandi, er týdningarmikið at tryggja, at heilivágurin á skynsamasta hátt verður tillagaður einstaka borgaranum, ið liggur til tað síðsta.
Spyrjarin vísir í sínum fyrispurningi til sokallaða tryggleikakassan. Upplýsast skal, at í Danmark varð so líðandi steðgað við at nýta tryggleikakassan í september 2022. Framleiðslan av kassunum er nú hildin uppat. DMCG-PAL (Dansk Multidisciplinær Cancer Gruppe for Palliativ Indsats) hava meldað út, at tey ikki longur stuðla nýtsluni av kassunum m.a. grundað á vantandi fakliga dygd í innihaldi og nýtslu av kassunum. Kassin var “bílagdur” til eldri borgarar, sum ein standardiserað og automatiserað fyriskipan, ið ikki tekur hædd fyri einstaka tørvinum hjá borgaranum, ið liggur til tað síðsta. Í Danmark eru fráboðaðar fleiri ótilætlaðar hendingar – eisini við deyðiligum fylgjum.
Landslæknin metir, at tá heilivágur verður nýttur sum ein liður í linnandi røkt til borgarar, ið liggja til tað síðsta, má hann læknafakliga vera tillagaður einstaka borgaranum. Ein lækni má leypandi rætta farmakologiskar viðgerðir til borgaran.
Landslæknin mælir til, at rætti heilivágurin er lætt atkomiligur við at røktarheim, búpláss o.o. hava ein fast knýttan kommunulækna. Starvsfólkini á røktarheimunum fáa á tann hátt lætta atgongd til ein lækna og heilivágurin kann ordinerast einstaka borgaranum.
Samanumtikið ætlar landsstýriskvinnan at endurskoða lóggávuna um apoteksverkið og heilivág og viðgera spurningin um at loyva røktarheimum o.ø. at liggja inni við heilivági til terminalan linna.
Atlit verða í hesum sambandi tikin til viðmerkingarnar hjá viðkomandi pørtum.
Heilsumálaráðið, 3. apríl 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo