Veljarafundurin í Klaksvík í kvøld setti lív og futt í valstríðið, og so avgjørt tann besti vit hava sæð í sjónvarpinum leingi, tí valevnini sluppu at tjakast og føra síni egnu sjónarmið fram, einum góðum verti fyri at takka, tá ið fiskivinnan var fyri.
Meðan norðingar buuhaðu eftir uttanumtosandi tjóðveldisumboðnum, so var - ikki óvæntað - klappað, tá ið umboð fólkafloksins hevði havt orðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo