Í vikuni andaðist góða vinkona og starvsfelagi okkara, Elsamaria Petersen. Elsamaria var eitt lívsstykki. Hon var stuttlig og hon var ein av teimum drúgvu í starvi hjá Tórshavnar kommunu – fekk heiðursløn frá drottningini fyri 40 ára trúgva tænastu og var í starvinum til hon var 70.
Hon kom upprunaliga av Økrum til Havnar sum 16 ára gomul í 1968. Hon búði hjá beiggjanum Jens Dimon í Sornhúsgøtu og fór so beint til arbeiðis á Bacalao at arbeiða saltfisk. Á Bacalao arbeiddi hon á tí strævnu turkivaktini, sum kundi skifta millum morgunvakt, kvøldvakt og náttarvakt. Arbeiðið var sera strævið og snúði seg mest um at stakka fisk á tremmur til turkingar.
Av Bacalao fór Elsamaria heim á Hafnia at arbeiða hjá Christian Restorff. Har gekk hon til handa, stákaðist í køkinum fyri tað mesta, men tók eisini eina hond í á gongini og við at servera. Hafnia var eitt av góðu matstøðunum tá sum nú. Næsta arbeiðsplássið var í Kiosk Centrum á Tinghúsvegnum. Har gekk øgiliga nógv fólk inn og út, nógv prát og gott høvi at práta við og at koma at kenna fólk.
Eina tíð arbeiddi hon í bókhaldinum hjá Valdemar Lützen, og haðani fór hon at arbeiða hjá Ólavi Mikkelsen sum setari á Fjúrtanda. Tað var, meðan hon arbeiddi har, at Tórshavnar Kommuna søkti eftir einum avloysara fyri Mildrid Dam sum skrivara hjá býarverkfrøðinginum. Poul Guttesen var býarverkfrøðingur og Karter Niclasen var skrivstovustjóri.
Elsamaria kom at arbeiða á Glade Hjørn. Hetta var eitt herligt stað við nógvum lívi. Øll ferðslan í býnum gekk um Glade Hjørn. Á horninum vóru Hansemann, Haasen og Hondarbeiðsbúðin - og beint yvir av var Kondittaríið. Skrivstovan var á aðru hædd og í erva var íbúð.
Hetta var alt fullkomiliga fremmant umhvørvi fyri Elsumariu. Men tað vóru nøkur ting sum gjørdu, at hon skjótt kendi seg heima. Til dømis arbeiddi Mattias Lassen úr Vági á skrivstovuni. Fyrsta morgunin, Elsamaria var til arbeiðis, stóð hon og gjørdi kaffi, tá Mattias gekk framvið henni, gløddi at hesi fremmandu gentuni og spurdi á klingandi suðriarmáli, hvør ert tú? Elsamaria helt hann ljóðaði so suðriskur, at hon kendi seg heima við brestin!
Elsamaria arbeidd millum nógvar menn. Millum teirra vóru Gunnar Hoydal, Vagnar Olsen, Leivur Johannesen, Jákup Joensen og Jákup Lutt. Serliga mintist Elsamaria, at Leivur - sum dugdi sera væl at herma og siga frá - mangan kundi bjarga degnum við góðum skemti. Jólafrokostarnir vóru tiltiknir stuttligir.
Uppgávan hjá Elsumariu var tá at skriva brøv, avgreiða og journalisera. Elsamaria skuldi bara vera avloysari í eitt ár. Tá dagurin nærkaðist, at hon skuldi pakka saman, kom Líggjas Joensen, sum var leiðari á roknskapardeildini, at spyrja, um hon kundi koma at arbeiða hjá honum. So Elsamaria fór ongantíð úr starvinum og tað eina árið bleiv skjótt til hálva øld.
At Elsamaria tókst við akkurát hetta arbeiðið í so mong ár er als ikki av tilvild kortini. Hon gjørdi nógv við at førleikamenna seg og tók nógv skeið á Kvøldskúlanum innan bókhald, roknskap, stenografi og føroyskt.
Eitt tað besta ítrivið var bindiklubburin. Børn og ommubørn átti hon, sum eru fødd og uppvaksin í Danmark, so tey sá hon oftast í feriutíð. Hon búði sum sagt fyrst í Sornhúsgøtu, flutti haðani í kjallaran hjá Dáva Samuelsen á Gripsvegnum, og búði seinni í Vallaratúni.
Hon flutti í Ranagøtu á Norðasta Horni, elskaði at búgva so nær náttúruni. At man ikki sá út á sjógv á Norðasta Horni gjørdi einki, tí sum hon tók til, so hevði hon sæð ovmikið av sjógvi á Økrum.
Elsamaria starvaðist hjá Tórshavnar kommunu frá 15. november 1973. Tað er hálv øld síðan. Hon var avbera fjølbroytt og røkti nógvar ymiskar uppgávur, var skrivari á teknisku deild, protokolførari, hevði roknskap, lønarflytingar, rættlestur, journalisering og so framvegis. Hon hevði altíð eitt opið sinni og var løtt at samstarva við.
Elsamaria var eitt avbera ábyrgdarfult, sera álítandi, vællýtt og stuttligt starvsfólk, sum altíð tordi at siga sína hugsan. Vit fara at minnast hana við sakni og drýpa høvur í sorg og samkenslu við tykkum, ið mist hava. Máttu tit funnið onkran ugga í, at vit øll inniliga syrgja við tykkum.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo