Tórshavnar kommuna: Elspa Samuelsen hevur í dag hátíðarhildið 20 ára starvsdag sum tænnlækni á Tannlæknastovuni.
Elspa Samuelsen arbeiddi fyrst sum barnburðaravloysari í eitt ár 2000-2001 og síðani í føstum starvi frá 15. august 2002.
Elspa Samuelsen er útbúgvin tannlækni frá tannlæknaskúlanum í Århus í 1992 og starvaðist í Aalborg í nøkur ár, áðrenn hon flutti til Føroyar aftur.
Elspa er dugnaligur tannlækni. Sum persónur er hon blíð og tekur ábyrgd, har hon er. Hon er sosial og tann, sum syngur fyri, tá ið tiltøk eru. Tað sæst aftur í hennara privata lívi, har hon er virkin innan tónleikalívið í býnum. Hon spælir trombone í Havnar Hornorkestur, og er kórsangari, m.a. í Tarira og í nýggja kvinnubólkinum Silvitni. Eisini er hon limur í kirkjuráðnum í Hoyvíkar kirkju.
Vit í kommununi fegnast um trúføst starvsfólk og ynskja Elspu Samuelsen hjartaliga til lukku við starvsdegnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo