Eldur er í farmaskipinum 'Maersk Frankfurt' sum er í Arabiska havinum.
Eldurin kyknaði í gjár, og roynt verður at sløkkja, millum annað við hjálp frá lokalum bjargingartænastum.
Mærsk eigur ikki skipið 225 metra langa skipið, men leigar tað. Eitt japanskt reiðarí eigur tað. Skipið var á veg úr Mundra í India til Colombo í Sri Lanka tá eldurin kyknaði.
We can confirm that a fire was reported onboard one of our time chartered vessels, Maersk Frankfurt, around 1430 IST while the vessel was sailing from Mundra to Colombo. Firefighting is underway with support from the Indian Coast Guard. The vessel is in stable condition.
— Maersk (@Maersk) July 19, 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo