Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-007/2024 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um Børn, ung og vaksin, sum Almannaverkið sendir av landinum
Spurningar:
1. Hvussu nógvir borgarar, sum koma undir ábyrgdarøkið hjá landsstýriskvinnuni, eru send av landinum seinastu 5 árini?
2. Hvussu nógv eru farin “sjálvboðið” á t.d. eftirskúla ella annan bústovn í Danmark?
3. Hvussu nógv hevur hetta kostað hesi 5 árini?
4. Hvussu tryggja vit okkum, at vit frameftir kunnu veita neyðugu viðgerð og hjálp í Føroyum við neyðugum samstarvi millum ábyrgdarøkini?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo