Í morgin frískur vindur av suðri og landsynningi og regn ein stóran part av degnum. Seint seinnapartin tó onkrir sólglottar, hitin um 8 stig.
Týsdagin frískur vindur av útsynningi, sól og hitin um 8 stig.
Mikudagin fyrst útnyrðingur, sum dagurin líður fer hann spakuliga niður í útsynning, sólglottar men kanska eisini okkurt æli og hitin 6-7 stig.
Hósdagin gul til lot av vestanættunum, okkurt regnæl men eisini sólglottar og sami hiti, eini 6-7 stig.
Fríggjadagin sum frálíður frískar hann vindin uppí ein strúk av norði ella útnyrðingi, ímóti kvøldi okkurt æli og hitin um 6 stig.
Næsta vikuskiftið fyri tað mesta lágætt og lýggjari, skýggjað men turt fyri tað mesta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo