- Skal ein vápnahvíld fáast í krígnum millum Russland og Ukraina, so skal ein bindandi avtala um varandi frið til, sum tryggjar Russland og tess grannar, sigur Sergei Lavrov, uttanríkismálaráðharri, skrivar DR.
Sambært Lavrov hevur Russland illgruna um, at ein vánalig avtala um vápnahvíld, hevði verið brúkt av Vesturheiminum til at dubba Ukraina við fleiri vápnum.
Ein juridiskt bindandi avtala átti at verið evnað til soleiðis, at hon hevði tryggjað, at ógjørligt var at bróta hana, heldur russiski uttanríkismálaráðharrin sambært DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo