Álopið hjá Hamas á Ísrael leygardagin var sera umfatandi. Talan var um herdeildir, bátar, paraglidarar, rakettir, missil og dronur.
– Vit grunaðu einki. Talan var um totalt óvæntaða hending, sigur fyrrverandi ovastin í fregnartænastuni Mossad, Efraim Halevy, við CNN.
Tað tók lítla løtu hjá Hamas at bróta seg gjøgnum høgu marknaðgirðingina um Gazageiran.
Ísraelar vórðu tiknir á bóli, bæði herdeildir og stríðsvognar.
Hamas fór víðari inn í Ísrael og tók yvir 20 økir har fólk búgva. Hesi vóru hersett í fleiri tímar til ísraelar vóru førir fyri at svara aftur.
Samtíðis sigur ein kelda í egyptisku fregnartænastuni at roynt var at ávara Ísrael um at «okkurt stórt» var í umbúna, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo