Duravørðarnir høvdu sum heild síni viðurskifti í ordan. Tað vísti eitt átak, sum politiið hevði síðstu nátt, tá tey vóru runt og spurdu eftir prógvunum hjá teimum sum ansaðu eftir hurðini í fleiri skeinkistøðum.
- Onkur manglaði at fáa tað seinasta uppá pláss, manglaði okkurt skeið kanska, men sum heild vóru tingini í lagi, sigur vakthavandi á politistøðini.
Tað krevst prógv um tú skalt vera duravørður í Føroyum. Kunngerðin var lýst við ársbyrjan 2020. Tankin aftanfyri lógina sum kom í gildi í 2019 er, at duravørðar arbeiða í einum umhvørvi, har tað koma nógv fólk, eisini heilt ung fólk, sum hava drukkið, og tí er serligur tørvur á at tryggja, at tey fólkini, sum arbeiða í umhvørvinum, eru skikkað og ábyrgdarfull.
Ein duravørður skal eitt nú hava skeið í fyrstuhjálp og skeið í eldsløkking. Hann ella hon skal eisini kenna væl ásetingarnar í rúsdrekkalógini eins og kenna hølini væl, har viðkomandi arbeiðir, eitt nú rýmingarleiðirnar. Ein duravørður skal eisini bera týðuligt frámerki sum vísir, at hann er duravørður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo