Tórshavnar kommuna: Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Havn, Argjum, Nólsoy, Velbastað og Kaldbak. Mælt verður til at kóka vatnið í teimum pørtum av Havnini og Argjum, ið fáa vatn úr Havnardali og í raktu økjunum á bygd.
Kókitilmælið stendur við, inntil nærri boð verða givin. Vatnroyndir verða tiknar í hósdagin 7. september, og úrslitini fyriliggja fríggjadagin 8. september.
Vilt tú tryggja tær, at tú altíð verður kunnað um ólag ella broytingar í kommunalu tænastunum, ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tíðindabræv. Tað kanst tú gera á forsíðuni her á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo