Farna árið eru 3000 fólk dømd í russiskum hernaðardómstólum, tí tey ikki eru møtt til hertænastu.
Ein teirra er Madina Kabalojeva, sum herfyri varð dømd seks ár í hernaðarlegu, tí hon ikki vildi gera hertænastu.
Norski miðilin VG endurgevur fleiri russiskar miðlar, sum skriva um málið.
Kvinnan upplýsti í rættinum, at hon ein lækna hevði mælt henni frá at gera hertænastu, tí hon var við barn. Men hesa frágreiðingina góðtók rætturin ikki. Kvinnan skal tó ikki í arbeiðlegu fyrr enn í 2032, tá yngsta barnið er vorðið 14 ár.
Flestu dómarnir eru tó gjørdir treytaðir, so tey dømdu kunnu sendast beinleiðis til hermótið, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo