Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eins og í fjør, so var ólavsøkan hesaferð ógvuliga serstøk hjá mær. Fleiri ferðir undir skrúðgonguni, í kirkjuni og undir Tinghúsinum kendi eg á mær, hvussu ólavsøkan spældi á mestsum alt kensluraðið. At ganga í skrúð sum ein av 33 fólkavaldum saman við teimum, “ið høgt eru sett”, sum skrivað stendur, at sita og syngja stórar, andligar sannleikar – sum eitt nú í fyrsta sálminum, nr 243...Fylkist nú fólk um hans borg og tjøld, tjóðina verjið í vanda, latið her berast øld eftir øld boð millum Drottin og manna fjøld, alt meðan fjøllini standa” ...í fullsettari dómkirkju, og at líða á prædiku prests um frelsu og frið, ja, tað er so sera serligt og stórt. Og síðani at standa undir Tinghúsinum og skoða mannamongdina, ið er samankomin til setanina, øll so føgur og fín og skrýdd í skart og skreyt, at njóta góðan kórsang,  ja, tað fyllir meg við frøi og fagnaði, við ærufrykt og fólkaansi. Og hjartaligum takklæti fyri, at hetta letur seg gera. At vit í Føroyum framvegis seta og meta ta ogn og tann arv, sum vit eiga í kristnini, høgt. Ikki tí, tað brýtur meiri enn nakrantíð í bæði borð, tá um tankar og tankabygningar ræður, men framvegis er jødisk-kristna lívsáskoðanin hon, ið hevur frægast fastatøkur á føroyinginum.

“Vit búgva ikki í Føroyum orsakað av veðrinum. Vit búgva her, tí tað er trygt. Tí samanhangsmegin er stór. Tí hetta er heimsins besta stað hjá børnum...tí er avgerandi, at vit halda fast um tryggleikan, trivnaðin og sterka tilknýtið.” Soleiðis røddi løgmaður. So kann verða spurt: Hví eru Føroyar so tryggar? Hví er tað so gott hjá børnum? Hvør er samanhangsmegin? Hvørjum jørðildi renna røtur hennara úr?

“Verðin er myrk og ótrygg, ræðist hvønn nýggjan dag...” sigur ein strofa úr einum sálmi, og tá vit hyggja út í verðina í dag, ja, so er hon sanniliga ótrygg. Miðeystur kókar, og tað ger støðan í eystri eisini. Í vestri gongur eisini harðliga fyri seg. Og Evropa er eisini í kreppustøðu – ikki minst er samanhangsmegin við at syndrast fullkomiliga. Hóp-tilflyting úr serliga miðeystri og Afrika hava sett Evropa og vesturlendsku virðini undir stórt trýst, og tað er sjón fyri søgn, at integratiónin í sera stóran mun ikki er eydnast, sum ætlað. Flestu tilflytarar hava sterka trúgv og traditiónir, og at evropearar so samstundis sýnast fullkomiliga at hava mist sína trúgv og sínar traditiónir – og hugin at fáa børn, ikki minst – ja, so gevur úrslitið seg sjálvt við tíðini. Svøríki og Bretland kunnu nevnast sum dømi, har integratiónin so absolut ikki hevur riggað.

Tað, sum sýnist at hava fylt mest í hægru evropeisku luftløgunum seinnu árini – veri tað seg á bonaðu politisku gólvunum ella á fróðskaparsetrum og hægri lærustovnum, er identitetspolitikkur, ið eftirhondini er so fragmenteraður og útholaður, at tað greinsar til anarki; og so eitt øgiligt fokus á sokallaða veðurlagspolitikkin og multikulturalismuna. Tískil er meiri umráðandi enn nakrantíð, at vit í smáu, viðbreknu Føroyum halda fast við grundleggjandi andligu virðini, trúnna og traditiónirnar – ta djúpu samanhangsmegina. Og at vit eisini halda rimmafast í tí, sum grundlógin sigur um átrúnað okkara: Den evangelisk-lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten.” Jødisk-kristna siðaarvin skulu vit gera alt fyri at leggja í komandi og ókomin ættarlið. Av ávøksti kennist træið verður sagt, og tær fruktir, sum kristnu grundvirðini hava havt við sær, kunnu bara undirmetast. Sjálvt fremsti gudloysingurin og ateismu-trúboðarin, Richard Dawkins, sigur seg nú alment vera menatanar-kristnan. Tað er bara so, at menniskjað altíð leitar eftir meining við tilveruni. Og veri tað seg mannarættindi, frælsir av ymsum slagi osfr, so vinna hesi ikki á djúpu tráanini eftir meining. Tí er átrúnaður so sera sentralur í lívinum hjá stórum parti av heimsins íbúgvum enn tann dag í dag.

Kristna læran og virðini – við tí kritikki, upplýsing og verðsliggerð sum nú einaferð er farin fram gjøgnum øldir – hevur víst seg at vera tað besta jørðildið, tá tað um frælsi hins einstaka ræður. Vit mugu vera meiri ansin enn nakrantíð, at vit missa ikki kristna siðaarvin og virðini burtur í teimum hugarákum, sum nú einaferð kunnu merkja okkara samtíð. Dawkins sær vandan í, at Islam vinnur meiri og meiri fram í Bretlandi – og fruktin er alsamt minni frælsi í talu, skrift, trúgv, javnstøðu osfr. Løgmaður hevur nakrar tankar um integratión í talu síni, sum eg eri púra samdur við honum í: “Tað merkist í gerandisdegnum, at vit ikki longur eru eitt eintáttað land....okkara viðbrekna samfelag má ikki skeiklast....vit síggja avleiðingarnar av miseydnaðari integratión nógvastaðni í Evropa...sum politikarar mugu vit sanniliga eisini taka atlit til samanhangsmegina í samfelagnum. Gera vit ikki tað, missa vit meira fyri minni....útlendingar skulu vera væl komnir. Men tað mugu ikki koma fleiri, enn vit megna at integrera.” Vit mugu taka støðuna í størsta álvara og fáa tilflytarar væl inn í føroyska samfelagið bæði málsliga og mentanarliga.

Tá Løgtingið varð sett, segði løgtingsforkvinnan hesi orð: “...vit kunnu vera takksom fyri, at vit liva í einum fólkaræði hvørs grund er talufrælsi.” Framsøgufrælsi – tvs talu- og skrivifrælsi, tað sum donskum verður nevnt ytringsfrihed – er so ómetaliga umráðandi at halda fast í. Tað er sligið fast í grundlógini, og tað má og skal tað framvegis vera.  Í míni verð hvílír okkara demokratiska stýrislag – fólkastýri – allarmest á júst hesum harðvunna framsøgufrælsi – og síðani hinum frælsisrættindunum, sum eru súlur undir demokratinum – t.d. trúarfrælsi, samkomufrælsi, og felagsfrælsi. Í bókini “Hvat er demokrati” frá 1945 sigur danski gudfrøðingurin og søgufrøðingurin, Hal Koch, einastaðni soleiðis um frælsisrættindini: “Árini við hersetingini hava til fulnar víst okkum, hvat tað merkir at missa rættin til frítt at hugsa, trúgva og tala. Hesi frælsisrættindini, kallað, hoyra sum heild til tað dýrabarasta, mannaættin gjøgnum aldarinnar strævna bardaga er rokkin fram til.”  Hesi frælsisrættindi liva best í einum samfelagi, sum byggir á kristnu lívsáskoðanina og vesturlendsku virðini – tað er sjón fyri søgn! Og hesi rættindi mugu verjast við hond og fót. Ábyrgdin liggur á okkum, sum her sita. Hvat samfelag ætla vit at handa víðari til eftirkomarar okkara? Til børnini.

Júst børnini fáa rættiliga stóra rúmd í frágreiðing Løgmans, og tað er gleðiligt. “Tíbetur liva vit longur. Men tíverri fáa vit færri børn...Tá vit tosa um haldførið, ja, so tosa vit júst um børnini...” Tíverri, so sær út til, at mynstrið við burðartíttleika í Evropa, eisini hevur rakt okkum í Føroyum. At talið er minkað so ómetaliga drastiskt hesi seinastu 2-3 árini, ja, tað er øgiliga tankavekjandi. Vónandi ber til at venda gongdini, og vit í Fólkaflokkinum eru so avgjørt hugað í breiðum semjum um átøk, sum kunnu gera tað lættari at seta búgv og megna  at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tó, so er eyðvitað, at tað hevur altíð verið møtimikið at seta búgv og stovna familju, so allarhelst stingur grundin handan minkandi barnatalið djúpri. Kanska er tað ótti. Kanska er tað ábyrgd. Kanska okkurt annað ella triðja.  Eg veit ikki, men eg meti tað í hvussu er vera umráðandi, at vit tosa tað upp og seta tað høgt at ynskja sær og vóna sær børn. Einki, einki í verðini fær okkum menniskju at merkja so nógv, at liva so nógv, sum tá vit fáa eitt barn. Einaferð royndi eg at seta orð hetta djúpa og óskiljandi í yrking, har tann eina reglan sigur: ”Lýsigull í tínum eygum vekir tað vakra í mær, afturljóð úr aldingarði goymist í tær.” Vónandi ber til at fáa sáðað eitt vónarsáð í føroysku fólka- og familjusálina, at børn eru ein signing og kelda til óútgrundandi ríkidømi.

Tíðin er farin, frú forkvinna, og eg skal enda. Hóast tað sjálvsagt er nógv, sum eg ikki meti vera nøktandi undir verandi stýri, so eru tað tó sjálvsagt viðurskifti, sum eg taki undir við í frágreiðing løgmans, m.a. tá hann tosar um skúlaøkið og tey, ið bera brek av ymiskum slagi. Har, sum vit kunnu semjast, meti eg tað vera rætt, at vit royna at fáa sum frægast burturúr – landi og fólki at gagni.

Eg fari at gera orðini hjá Anfinni Kallsberg, sála, í løgmansrøðuni í 2001 til míni og enda við teimum: “Ein stór ábyrgd hvílir á okkum fólkavaldu. Vit eiga at ganga undan sum góðar fyrimyndir. Vit eiga at leggja endaleyst brigsl og kegl til síðis. Vit eiga at vísa ábyrgd og samtarvsvilja og at fremja tað góða og forða tí ónda.”

Bárður á Lakjuni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo