Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Presturin hjá føroysku katolikkunum, Peter Fleetwood, rýmdi av landinum fyrr í heyst, tí tað var alt ov tvørligt hjá honum at búgva í Føroyum, eftir at danir fingu sonevndu imamlógina.

VP skrivaði um málið her

Nú hevur málið fingið ans í donskum miðlum, og við dr.dk sigur danski ráðharrin fyri útlendingamál, Kaare Dybvad Bek, at endamálið við lógini er at byrgja upp fyri ekstremismu og antidemokratiskum, religiøsum forkynnarum í samfelagnum.

- Men tá tað er sagt, so veit eg eisini, at tað kann vera óneyðuga trupult hjá religiøsum forkynnarum at fáa arbeiðs- og uppihaldaloyvi. Vit mugu royna at gera tað so, at málsviðgerðin er so løtt og smidlig sum gjørligt.

Ráðharrin fer at hitta føroyska starvsbróðurin Bjarna Kárason Petersen seinni í oktober, og tá fara teir at umrøða málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo