Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Danski Tjóðbankin: Tað gagnar føroysku fiskivinnuni væl, at tað ber til at fiska í ymsum sjógvi, so at vinnan ikki er bundin av, at fiskurin júst svimur í føroyskum sjógvi.

Ein røð av altjóða sáttmálum hava søguliga havt við sær, at grannalond kunnu fiska í sjónum hjá hvørjum øðrum. Hetta hevur verið eitt slag av váðaspjaðing.

Í november í 2022 gjørdu Føroyar, eins og Noreg fyrr í árinum, longdan sáttmála við Russland. Sáttmálin gevur føroyingum atgongd til russiska partin av Barentshavinum í býti við, at russisk før fáa atgongd til føroyskt sjóøki.

Umframt fiskivinnusáttmálan hevur Russland eisini verið størsti keypari av føroyskum fiski í fleiri ár. Tað broyttist í 2022. At kalla eingin fiskur er higartil seldur til Russlands. Av tí at revsitiltøkini móti Russlandi ikki fevna um matvørur, er orsøkin, at virki sjálvi hava valt, at tey ikki selja til Russlands.

Nú henda greining verður skrivað, er enn ov tíðliga at gera upp Russlandshandilin fyri 2022, av tí at sildatíðin ikki enn er við í dátunum.

Onnur fiskasløg verða seld í nógvum londum, men við sildini vísir tað seg at vera torført at finna aðrar útflutningsmarknaðir enn Russland. Tað kann tí væl enda við, at útflutningurin til Russlands gerst ein størri partur fyri tað, sum eftir er av 2022, enn tað hevur verið fram til redaktiónstíðarskeiðið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo