Løgfrøðingar hjá danska brúkaraumboðsmanninum hava leingi arbeitt við málinum, og sambært skjølum, sum TV2 hevur fingið hendur á, heldur brúkaraumboðið ikki, at bankarnir hava loyvi til at taka negativa rentu frá sínum kundum.
Í síðsta enda snýr tað seg um, hvørja avtalu bankin hevur gjørt við síni viðskiftafólk., og um tað er neyðugt við samtykki, áðrenn bankin fer so langt sum at taka eitt gjald fyri at hava pening standandi á bók.
- Vísir tað seg, at bankarnir ikki uttan samtykki kunnu taka negativa rentu, so kann tað merkja, at teir skulu rinda pengarnar aftur, sigur Lars Krull, bankagranskari og seniorráðgevi við Aalborg Universitet.
Brúkaraumboðsmaðurin hevur í fleiri mánaðir verið í samskifti við Fíggjareftirlitið, sum annars hevur góðkent negativu renturnar. Men um lógin møguliga kann vera brotin, er í síðsta enda ein spurningur fyri dómstólarnar og kærunevndirnar at taka støðu til, stendur í einum notati hjá Fíggjareftirlitinum, sum TV2 eisini hevur.
Í notatinum stendur millum annað, at "onki er sum forðar, at ein kærunevnd ella dómstólur kann koma til tað niðurstøðu, at negativar rentur eru ólógligar".
Brúkaraumboðsmaðurin sigur við TV2, at hann fer at kunngerða sína niðurstøðu so skjótt sum gjørligt. Hagani verður sagt, at tey ikki eru í iva, men hava sent spurningin víðari til ES kommissiónina at taka støðu til.
Føroysku bankarnir eru partar av danska bankakervinum, og hava eisini tikið negativar rentur frá sínum viðskiftafólki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo