Í 2015 undirskrivaðu Føroya Tele og kinesiska Huawei avtalu um strategiskt samstarv. Millum annað fevndi avtalan um at útskifta og útbyggja alt farnetið hjá Føroya Tele.
Í 2017 varð nýggj og víðkað samstarvsavtala undirskrivað. Avtalan skuldi nú millum annað "tryggja, at Føroyar í nógv ár fram verða í fremstu røð innan fjarskiftistøkni, og at vit longu í ár koma at merkja ágóðan av hesum samstarvinum, tá lunnar verða lagdir undir eitt framtíðar 5G farnet", sum sagt varð í tíðindaskrivi frá Føroya Tele í mars í fjør.
Men hesin týðandi samstarvsfelagin hjá Føroya Tele er nú komin í álvarsligan andróður í vesturheiminum, tí fleiri lond seta fyritøkuna í samband við njósning fyri kinesiska statin.
Í morgun frættist, at fíggjarstjórin er handtikin í Kanada. USA, Australia og Ný Sæland stongdu 5G netið fyri Huawei fyrr í ár, og eftir at stjórin fyri bretsku fregnartænastuni, MI6, í vikuni ávaraði ímóti at loyva kinesisku risafyritøkuni inn á 5G netið, hevur eisini størsta telefelagið har, British Telecom, gjørt av, at øll útgerð frá Huawei skal takast niður á 4G netinum og at Huawei ikki skal sleppa framat 5G netinum.
Í kvøld skrivar Jyllandsposturin, at danska telefelagið TDC hevur tætt samstarv við Huawei um at seta upp 5G útgerð í Danmark. Talan er um eina seks ára avtalu sum gongur út næsta ár. Jyllandsposturin skrivar eisini, at fregnartænastan (Forsvarets Efterretningstjeneste) hevur fingið áhuga fyri Huawei eftir tað sum er hent í Stórabretlandi í vikuni.
- Huawei er á "radaranum hjá donskum trygdarmyndugleikum" tá tað snýr seg um at útbyggja 5G netið, ikki minst tí tað vísir seg at vera "góður dynamikkur ímillum kinesiskar fyritøkur og kinesiska statin", sigur Lars Findsen, stjóri í fregnartænastuni við Jyllandspostin.
Tað hevur í kvøld ikki borið til at fingið nakra viðmerking frá Føroya Tele.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo