Sólin bakar niður í Sørvági nú fyrireikingarnar eru til tann stóra Countryfestivalin, sum byrjar so smátt longu í annaðkvøld.
Stórpallur verður nú settur upp, og ætlanin er at hava trý telt í ár til ymisk endamál.
Tað sær eisini út til at hetta góða summarveðrið, sum er nú, fer at halda sær til festivalurin er av.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo