Skúlagongd er sum vanligt á Glasi í dag. Men tað var ikki uttan svørslag, tí í nátt ivaðist rektarin, Bogi B. Jensen stórliga í, hvat hann skuldi gera.
Við morgunsendingina hjá Kvf segði hann, at leiðslan á Glasi í gjárkvøldið fekk at vita frá fleiri næmingum, at ein persónur á sosiala miðlinum JODL, har til ber at vera ónevndur, hevði heitt á allar næmingar á Glasi um ikki at fara í skúla.
- Nógv spurdu um hví, og í samskiftinum sum stóðst úr hesum vórðu orðini "school shooting" eisini nevnd, segði Bogi B. Jensen. Leiðslan valdi at binda um heilan fingur og biðja politiið kanna málið.
Í tíðindaskrivi, sum politiið hevur sent út, verður sagt, at fráboðanin kom umleið klokkan 21 í gjár. Nakað eftir tað ringdi persónurin, sum byrjaði alt, sjálvur til løgregluna og segði, at alt var bara gjørt til stuttleika.
- Politiið tekur slíkar fráboðanir sera álvarsliga. Slíkir upplýsningar føra við sær álvarsligan ótta hjá fólki. Av hesi orsøk var viðkomandi handtikin í gjárkvøldið.
Avhoyringar eru gjørdar og støða verður nú tikin til, um ákæra verður reist í málinum. Løgreglan hevur nú gjørt kanningar í málinum og staðfest, at málið ikki setur spurnartekin við trygdina hjá næmingum og starvsfólkum á Glasi, sigur politiið í tíðindaskrivi.
Bogi B. Jensen, rektari, segði við útvarpið, at umleið klokkan tvey í nátt var greitt, at onki var at óttast, og tí vórðu boð send til næmingar og starvsfólk á Glasi um, at skulagongdin verður sum vanligt í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo