Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í gjár var hátíðarhald í Býlingshúsinum í Norðasta Horni, sum hátíðarhelt 35 ára stovningardag.

Borgarstjórin Heðin Mortensen helt, at hann vegna politikkarar og sum foreldur tordi at siga, at gerandisdagurin í Býlingshúsinum á Norðasta Horni altíð hevur verið merktur av mennandi avbjóðingum til børnini, og at karmarnir eru góðir at virka í, bæði innan- og uttandura.

Hann mintist, at tá Býlingshúsið á Norðasta Horni varð tikið í nýtslu fyri 35 árum síðan, tá fór stovnurin beinanvegin saman við eigarafelagnum í økinum millum annað at skipa fyri ruddingar-, garðs- og hugnadøgum.

Hetta var stuttligt at síggja, tí nógv fekst frá hondini, sum sermerkti ein tá relativt nýggjan býarpart. Nógvar umvælingar og ábøtur vórðu gjørdar í økinum, og allar gøturnar í býlinginum vórðu spulaðar. Eigarafelagið á Norðasta Horni og Býlingshúsið smeltaðu saman og stovnurin fekk stóran sosialan týdning.

Borgarstjórin nevndi eisini, at tað hevur merkt stovnin, at í mong ár er náttúran miðvíst brúkt sum námsfrøðiligt amboð. Støðið hevur altíð verið tikið í førleikanum hjá einstaka barninum, og menning, trivnaður og gott foreldrasamstarv hava verið lyklaorðini øll hesi 35 árini.

Tit hava slaviskt fylgt dagstovnalógini um sálarliga og kropsliga menning, og tit hava staðfest, at náttúran er besta amboð til at náa hesum málum. Eisini hava tit í stóran mun gjørt brúk av okkara søgu- og sangmentan. Her nevndi hann eisini ætlanir há kommununi at útbyggja og menna økið við stovnin.

- Tit hava tikið málmenningina í álvara. Tit hava sungið og kvøðið. Tykkara pedagogisku mál eru rættiliga hugvekjandi, har tað at læra barnið sjálvsvirði liggur frammarlaga, at leggja í barnið, at tað kann - og at tit í hesi prosessini læra barnið at kenna náttúru, søgu og samfelag. Onki spælipláss er betri, stuttligari ella meira mennandi enn náttúran. Og tað er ein veldugur fyrimunur at hava ein stovn, sum liggur so nær náttúruni.

- Vit hava mangan óttast, at børn í dag læra um lívið, ístaðinfyri at læra av lívinum. At børn verða isolerað frá veruliga gerandisdegnum. Men tað hendir ikki her. Her er trivnaður og náttúra í hásæti. Fyri at náa tykkara málum er neyðugt, at ikki bara børnini, men at eisini starvsfólk og foreldur trívast, at gott samstarv er millum stovnin og foreldrini, og at fysisku karmarnir eru í lagi.

- Eg fari kommunurnar vegna at veita tykkum eina hjartans tøkk fyri gott arbeiði øll hesi 35 árini. So enn einaferð, øll somul, hjartaliga tillukkku við degnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo