Fiskamarknaður Føroya: Tvey línuskip eru nýliga byrjaði túr norðanfyri og eitt minni ísfiskaskip er eisini nýliga byrjað túr. Tað er á Føroya Banka. Møguliga landa øll síðst í vikuni. Væntandi fer okkurt avstað á næstum. Tvey frystilínuskip eru við Grønland. Annað landar mánadagin og hitt vantandi seinni í vikuni. Eitt er á Føroya Banka og tvey eru á Føroya grunninum.
Streymurin verður hampuligur og veðrið sær út til at blíva brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur helst at landa fyrst í vikuni. Hin liggur við bryggju.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo