Vørn: Seint fríggjakvøldið 10. mars boðaði Polarstjørnan Vørn frá, at teir høvdu maskintrupulleikar og tørvaðu sleip til lands. Polarstjørnan var tá stødd undir eysturlandinum í Íslandi.
Brimil setti kós ímóti Íslandi og var frammi hjá Polarstjørnuni seint leygarkvøldið. Polarstjørnan var tá stødd 40 fjórðingar í ein landsynning úr Høfn.
Byrja var at sleipa ímóti Føroyum. Teinurin at sleipa var umleið 240 fjórðingar.
Brimil og Polarstjørnan komu á Klaksvík seint sunnukvøld.
Myndirnar hevur Bjartur Tórhalsson tikið - fleiri myndir síggjast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo