Bridgesambandið: FM kappingin fyri pør varð spæld í Bridgehúsinum í Gundadali fríggjakvøldið og leygardagin 10. og 11. mai. Spæld vóru tilsamans 95 spøl, og 20 pør tóku lut í kappingini. Samanumtikið var talan um eina javna og spennandi kapping, har avgerðin ikki fall fyrr enn í seinasta umfarinum.
Sum so oftá áður skiftust ymisk pør um at leggja seg á odda at byrja við í kappingini. Fríggjakvøldið skiftust hesi pørini um at taka oddasessin: Danny Danielsen & Heðin Mortensen, Árni M. Dam & Dánjal Pauli Mohr, Robert Langgaard & Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen & Símun Lassaberg.
Sum kappingin leið leygardagin vóru tað einamest fimm pør sum myndaðu oddin. Hesi vóru Arne Mikkelsen & Símun Lassaberg, Árni M. Dam & Dánjal Pauli Mohr, Robert Langgaard & Bogi Simonsen, Øssur Winthereig & Rúni Mouritsen og Viggo Johannesen & Heini Joensen. Hugaligt at eisini lutfallsliga nýggir spælarar sum Viggo Johannesen & Heini Joensen megnaðu at mynda oddin eina løtu – samanumtikið høvdu teir eina góða kapping og gjørdust at enda nr. 8.
Tá samanum kom gjørdust tað Robert Langgaard & Bogi Simonsen sum vóru stinnastir og vunnu FM-heitið fyri pør 2024 við 146 stigum. Silvurkrónurnar vunnu Øssur Winthereig & Rúni Mouritsen við 136 stigum, meðan Árni M. Dam & Dánjal Pauli Mohr við 125 stigum og Arne Mikkelsen & Símun Lassaberg við 104 stigum endaðu á ávikavist triðja og fjórða plássinum.
Slóð til samlaða úrslitið av kappingini er at finna her
Føroya Bridgesamband takkar fyri eina góða og væl skipaða kapping.
Nú fer bridgeárið at halla. Tó er ein áhugaverd altjóða kapping á skránni fyri framman. Tað er Evropameistarakappingin fyri lið, sum verður leikt í Herning í Danmark døgunum 24. juni til 4. juli 2024. Meira verður at frætta um hesa kappingina í næstum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo