Fleiri túsund fólk gingu mótmælisgongu í gøtunum í London í dag.
Tey mótmæla, at Stórabretland nakrantíð fór úr ES og krevja, at landið limar seg inn í felagsskapin aftur.
The Independent skrivar sambært dr.dk, at eini 3.000 fólk, sonevnd "rejoniners" vóru við í tiltakinum.
Ein kanning sum The Guardian kunngjørdi í juni, har 4.000 fólk sum atkvøddu ja fyri Brexit í 2016 vórðu spurd um tey høvdu atkvøtt tað sama í dag, vísti, at einans 18% høvdu sagt ja í dag. 61% av teimum halda, at tað nokk fer at laga seg við tíðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo