Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Til tess at stuðla borgarum, sum eru í sóttarhaldi, íverksetur Reyði Krossur nýggja sóttarhaldslinju í morgin 9. august. Nýggja sóttarhaldslinjan hevur samstundis til endamáls at lætta um hjá heilsumyndugleikunum, sum í løtuni arbeiða undir stóra trýstinum, sum brádliga tók seg upp fyrst í august mánað.

Endamálið við sóttarhaldslinjuni er sostatt at stuðla borgarum í sóttarhaldi, og at gera tað meira atkomuligt hjá fólki at fáa rætta vegleiðing ella víðari leiðbeining til rætta myndugleika.

Tað eru sjálvboðin hjá Reyða Krossi, sum svara uppringingunum, og sum síðani syrgja fyri, at rætta vegleiðingin verður givin.

Sóttarhaldslinjan hevur telefonnummar 1818, og svarar allar vikudagar frá kl. 10 til 15.

Nú koronasmittan ger um seg, tørvar Reyði Krossur sjálvboðin til Hjálparnetverkið. Øll eru hjartaliga vælkomin at bjóða seg fram við at senda ein t-post til redcross(at)redcross.fo ella við at skráseta seg á redcross.fo/gerst-sjalvbodin-i-hjalparnetverkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo